Faroe Petroleum skjýtur seismikk í Barentshavinum

Faroe Petroleum skjýtur seismikk í Barentshavinum
Føroyska oljufelagið er við í eini granskingarverkætlan saman við 15 øðrum oljufeløgum
Faroe Petroleum hevur trý leitiloyvi í Barentshavinum
 
26.02.2014 - 13:30

Faroe Petroleum er saman við fleiri oljufeløgum við í eini granskingarverkætlan í landsynningspartinum av Barentshavinum. Norski oljurisin Statoil hevur seinastu tíðina staðið á odda fyri oljuleitingini í Barentshavinum, og tað er eisini Statoil, sum stendur fyri hesi granskingarverkætlanini. 

Málið er í felag at gera seismiskar 3D-kanningar í Barentshavinum. 17 oljufyritøkur vóru upprunaliga við í verkætlanini, sum norska oljumálaráðið hevur tikið stig til, men í januar teknaðu 16 oljufyritøkur, teirra millum Faroe Petroleum, seg til verkætlanina. Seismisku 3D-kanningarnar skulu vera liður í einum nýggjum útbjóðingarumfari hjá norska oljumálaráðnum, skrivar shippingwatch.co, við Statoil sum keldu. 

Hava trý leitiloyvi í Barentshavinum

Faroe Petroleum hevur trý leitiloyvi í Barentshavinum, sum verður mett sum eitt slag av Klondyke í ævigu leitingini eftir olju.

Sambært Nilsi Sørensen, stjóra í Faroe Petroleum, er rættiliga vanligt, at oljufyritøkur taka seg saman at gera seismiskar kanningar í sambandi við nýggj útbjóðingarumfør. Hetta verður sum oftast gjørt fyri spara øgiligu útreiðslurnar, sum vanliga eru knýttar at oljuleiting.  

Ætlanin er at byrja at skjóta 3D-seismikk í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852