Ísland: Vilja hava ES-limaskap til fólkaatkvøðu

Ísland: Vilja hava ES-limaskap til fólkaatkvøðu
Stjórnin vil taka umsóknina um ES-samráðingar aftur, men íslendingar krevja fólkaatkvøðu fyrst
 
26.02.2014 - 15:35

Um 3.000 fólk savnaðust í gjár uttan fyri altingið í Reykjavík at mótmæla ætlanini at taka aftur íslendsku umsóknina um samráðingar um limaskap í ES. Tey krevja fólkaatkvøðu um málið fyrst.

Íslendska stjórnin hevur verið fyri hvøssum atfinningum í sambandi við uppskotið, og fleiri taka undir við, at spurningurin skal leggjast út til fólkaatkvøðu. 

Umleið 26.000 fólk hava skrivað undir áheitan á altingið um at skipa fyri fólkaatkvøðu.

Uppskot í altinginum

Uppskotið til samtyktar varð borið í altingið fríggjadagin, heitt verður á stjórnina um at taka aftur íslendsku umsóknina um samráðingar um limaskap í ES. Altingið er eisini biðið um at heita á stjórnina um ikki at søkja um limaskap í ES, uttan at umsóknin fyrst hevur verið til fólkaatkvøðu.

Undanfarna stjórn í Íslandi bað ES um samráðingar um limaskap. Samráðingarnar byrjaðu, men tær vóru ikki lidnar, tá valskeiðið var úti.

Stjórnin tapti síðani valið í fjør. Og nýggja stjórnin í Íslandi vil ikki hava Ísland í ES.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659