Fólkapensjónistar fáa ikki meiri pening

Fólkapensjónistar fáa ikki meiri pening
Samgongan heldur, at landsstýrið skal áseta fátækramark, áðrenn nakað verður gjørt við fólkapensjónina
 
27.02.2014 - 08:01

4.500 fólkapensjónistar fáa ikki fleiri pengar nú í februar.

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at geva teimum, sum bara hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, nakrar krónur afturat um mánaðin. 

Landsstýrið áseta fátækramark

Ikki tí, samgongan unnir fólkapensjónistum fleiri pengar. Men landsstýrið skal hava frið at áseta fátækramarkið fyrst, áðrenn nakað verður gjørt við fólkapensjónina. Tí metir samgongan seg ikki kunna atkvøða fyri einum andstøðuuppskoti.

Giftir fólkapensjónistar skuldu fáa 250 kr. og stakir 350 kr. meira um mánaðin frá februar í ár at rokna sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum.

Uppskotið hevði kostað landskassanum 17-18 mió. kr. um áriðTrivnaðarnevndin hevði uppskotið í næstan tríggjar mánaðir, áðrenn álitið kom frá nevndini týsdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761