Gerðarrættur: Hoyringar kunnu byrja í summar

Gerðarrættur: Hoyringar kunnu byrja í summar
Í morgin, 28. februar, er hálvt ár síðani, ES setti í gildi handilsforðingar móti føroyskari sild og føroyskum makreli
Bjørn Kunoy er leiðari hjá føroysku/donsku sendinevndini, sum umboðaði ríkið í málinum um WTO gerðarrætt móti ES
 
27.02.2014 - 13:12

Hoyringarnar í gerðarrættinum hjá WTO, heimshandilsfelagsskapinum, um handilsforðingarnar hjá ES móti Føroyum kunnu byrja í summar, í juli ella august.

Tað heldur Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi hjá Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni og leiðari hjá føroysku/donsku sendinevndini, sum umboðaði ríkið í málinum um WTO gerðarrætt móti ES.

Ein úrskurður kann koma tíðliga næsta ár.

Velja limir í gerðarrættin

Á fundi í trætustovninum hjá WTO í gjár varð avgjørt at seta á stovn ein WTO gerðarrætt.  Gerðarrætturin skal gera av, um handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum eru í stríð við WTO sáttmálan.

Nú skulu limirnir í gerðarrættinum veljast. Partarnir fara at royna at semjast um tað.  Eydnast tað ikki, áðrenn alt ov long tíð er farin, ber til at biðja WTO aðalskrivaran virka sum semingsmann. ES boykottið var eisini til viðgerðar í trætustovninum hjá WTO tann 22.januar. Men tá nýtti ES sýtingarrættin. 
Tað kundi ES ikki í gjár. Og tí verður gerðarrætturin nú settur. Hetta er fyrstu ferð, at eitt ES land, Danmark, hevur kravt ES í WTO gerðarrætt. 

ES-tiltøk í hálvt ár

Í morgin, 28. februar, er hálvt ár síðani, ES setti í gildi handilsforðingar móti føroyskari sild og føroyskum makreli, tí Føroyar, sambært ES, fiska ov nógva sild. Longu fyri 28.august í fjør, tá handilsforðingarnar komu, bað landsstýrið um gerðarrætt við støði í altjóða havrættarsáttmálanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129