- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greta unplugged við The Bloody Beetroots

Sir Bob Cornelius Rifo er maðurin handan The Bloody Beetroots, ið eru eyðkendir at nýta Venom maskur yvir andlitið, tá teir spæla. Vanligi stílurin er elektróniskur, men í hesum serliga sjónbandinum hava teir valt at leggja allan elektronikk til síðis og lata áhoyraran njóta teirra tónleik uttan tøknina.
Italska RollingStone, ið hevur lagt sjónbandið á sína heimasíðu, sigur soleiðis um sjónbandið:
“Nærlagt í svørtum og hvítum og uttan elektronikk presenterar Sir Bob Cornelius Rifo The Bloody Beetroots LIVE – unplugged.
Sir Bob hevur afturat sínum egna bólki kvartettina GnuQuartet, og røddina eigur føroyska songkvinnan Greta Svabo Bech. Hetta er ein perfekt blanding av stíli og tónleiki – men eisini av mótsetningum, sum hóast alt eru líkir mentanarliga og tónlistarliga.
Lagið er ‘Glow in the dark’ av fløguni ‘Hide’, og tað er ikki til at kenna aftur. Njótið tað.”
Unplugged lagið verður framført við The Bloody Beetroots á trummum, bassi og elgittara, GnuQuartet á strúkarum og tvørfloytu og Gretu Svabo Bech við sangi. Síggj unplugged sjónbandið á teirra heimasíðu her.
Upprunalagið 'Glow in the dark' er við Sam Sparro sum sangara. Samanber við upprunalagið her.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




