- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjarni bloggar: Soleiðis oyðileggur tú eina veitslu… og sparir 20 krónur
Tað er eftir øllum at døma trupult hjá dønum at halda veitslu uttan at skriva 100 viðmerkingar á felagsbólkinum á Facebook um:
1. Hvar mann kann spara 20 krónur við at keypa í forsølu
2. Nágreiniliga planleggja, hvussu øll skulu býta pengarnar millum sín, um døgurði skal gerast
3. Sjálvandi gera eina neyva meting av, um fólk skulu vera í grýluklæðum
4. Hvar er tilboð uppá øl?
Tað endar við, at kl. 17 (presis kl. 17, annars fært tú ónd kalendaraeygu eftir tær) skulu fólk heim til lokala makkaran, sum altíð er klárur at leggja hús til. Øll hava avtalað at bíleggja pitsu, men nei, níggju gentur og seks dreingir hava tikið sær eitt sindur av upphitaðum pastasalati við frá í gjár.
So skjótt sum Usain Bolt fýrir ein 100 metur spurt av, er alt tað spontana og eksklusiva við veitsluni kastað út ígjøgnum vindeygað, og tað einasta, sum er eftir, eru 25 donsk fløgg, ið skuldu vera við til at peppa ballið upp. Gjarna ein "Vi skåler for vores venner" sang at toppa við. Skåååååååål, skåååååååååååål.
Niðan í stóru veitsluna um 20-tíðina, tí millum kl. 20 og 21 fær mann 70 cl av øl fyri prísin av eini 50 cl. Ja, sjálvandi, kom avstað, tað er tá klárt. Eitt slíkt tilboð má ikki fara fyri skeyti, hóast samtalan við síðumannin annars var komin víðari enn at práta um høgu prísirnar í kantinuni.
Álit um fólkafráflyting kunnu skrivast, ferðaseðlar kunnu verða bíligari, og tunlar kunnu gerast, so tað er meira atkomiligt hjá føroyingum at venda heim aftur, men í hesum førinum er tað nokk fyri meg bara at eygleiða hugburðin hjá dønum og hugurin at venda heim til Føroya gerst stórur. Deiliga lætt og enntá ókeypis!
Føroyar hava trupult við at ítøkiliggera, hvat er so gott í Føroyum. Tak til dømis VitVeljaFøroyar, sum í grundini er eitt frálíkt átak. Trupulleikin er tó, at tú fært næstan bara viðgjørdar myndir sendandi umvegis Instagram og Facebook, sum eitt nú vísa eina framúr væl viðgjørda banan, har vinkulin er knívskorin til perfektión. Bananin hevur aldrin sæð so gott út fyrr, og viðkomandi etur nógvar bananir, men hví skal eg velja Føroyar? Hvat gevur tað mær? Nei, gev mær so heldur eina grova útspilling av nøkrum virðum í Danmark, sum tú veitst eru nógv betri í Føroyum. So sært tú, hvat er gott í Føroyum, og tað fær teg at hugsa. Fær tað teg ikki at hugsa?
Nå, men síðsti partur av veitsluni: So stendur tú har kl. 01.30, átta fólk eftir í veitsluni, sirka fimm av teimum eru væl koyrandi. Hini eru farin heim, onkur skuldi náa síðsta dagsbussin, tí náttarbussurin er 20 krónur ov dýrur. Onkur annar skal sikkurt planleggja eitt maskuball, sum er um tríggjar mánaðir, har fólk skulu ”like’a” fyri at vera við. Onkur triði hevur tríggjar avtalur – eina kl. 10 sunnumorgun, eina kl. 12 og eina kl. 14.
Dagin eftir, so melur myllan aftur... og pastasalatið verður hitað upp aftur.
Nøkur av tykkum hava allarhelst roynt at svølgt hendan bitan av útspilling og spýtt hann út, áðrenn tit hava lisið alt. Tit spyrja: Hví hava føroyingar altíð hava tørv á at leggja eftir menniskjum við øðrum vanum?
Tit eru komin til ”øll eru ymisk” fasuna. Fair nokk, men føroyingar flyta í stórum tølum av landinum, og vit hava tørv á at distansera okkum frá øðrum vanum og identifisera okkum við nakað. Sjálvt um tað smakkar illa.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |