Hækka aldursmarkið fyri at avhoyra børn

Hækka aldursmarkið fyri at avhoyra børn
Aldursmarkið fyri at avhoyra børn á sjónband hækkar kanska úr 12 árum upp í 15 ár.
 
03.03.2014 - 15:17

Ein lógarbroyting, sum umfatar videoavhoyring í Føroyum, er í Rættarnevndini hjá løgtinginum.

Limir í rættarnevndini hava hug at hækka aldursmarkið upp í 15 ár.  

Løgmansskrivstovan hevur spurt danska løgmálaráðið, hvat tað heldur um hetta.

Og Løgmálaráðið hevur avgjørt at viðgera spurningin um at hækka aldursmarkið, eisini í Danmark og Grønlandi.   

Hetta arbeiðið verður liðugt seinast í hesum árinum. Og tá er Løgmálaráðið sinnað at gera uppskot um broyting í føroysku rættargangslógini, so aldursmarkið eisini verður 15 ár í Føroyum.   

Videoavhoyring av børnum verður brúkt millum annað í málum um kynsligan yvirgang. Hetta verður gjørt fyri at barnið ikki noyðist at geva frágreiðing á rættarfundi, har sum nógv fólk eru, eitt nú fólkið, sum er ákært fyri at hava gjørt seg inn á barnið.

Videoavhoyringar verða eisini brúktar í Føroyum, men nú skulu greiðar reglur um tær setast í rættargangslógina.

Børn, sum eru 12 ár ella yngri, kunnu avhoyrast á sjónband.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659