Mest danskt undirvísingartilfar í miðnámsskúlum

Mest danskt undirvísingartilfar í miðnámsskúlum
Ein kanning av frálærutilfarinum í føroysku miðnámsskúlum vísir, at nógv tann størsti parturin av tilfarinum er á donskum
Bert 21,5 av undirvísingartilfarinum í føroysku miðnámsskúlunum er føroyskt, staðfestir ein kanning (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: KvF  
 
07.03.2014 - 18:26

Kanningin hjá Tórður Johannesarson byggir á pensumlistar frá miðnámsskúlunum fyri 2012 undantikið mállærugreinirnar.

Kanningin staðfestir, at 78 prosent av øllum frálærutilfarinum var á donskum. Bert 21,5 prosent av tilfarinum var á føroyskum.

Tvær høvuðsorsøkir

Sambært Tórði Johannesarson kunnu vera tvær høvuðsorsøkir til, at so nógv lesitilfar í føroyskum miðnámsskúlum er danskt.

Tann fyrra orsøkin kann vera, at so fáar lærubøkur eru á móðurmálinum. Tann seinna orsøkin, at lærarar eru afturhaldssinnaðir.

Miðnámsskúlalærarar útbúnir uttanlands

Flestu lærarar á miðnámi hava nomið sær útbúgving uttanlands, ið eisini kann gera sítt til, at ikki meira føroyskt undirvísingartilfar verður brúkt.

Undirvísarar kenna best útlendsk fakheiti, og tá ið ein lærubók kemur á føroyskum, kann tað vera møðsamt at brúka føroysk heiti og orð.

Tí kann undirvísingartilfarið kennast fremmant, skrivar Tórður Johannesarson í Miðnámsriti, har kanningin er almannakunngjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572