- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfarið kann hava roynt at venda aftur

Malaysiska flogfarið, sum hvarv í Suðurkinesiska havinum fyri einum samdøgri síðani, kann hava roynt at venda aftur til Malaysia. Tað benda radarmyndir á, siga malaysiskir embætismenn.
Leitað verður framvegis eftir flogfarinum og leitingarøkið er víðkað, verður sagt. Vakmyndir í fráfaringarhøllini í floghavnini í Kuala Lumpur verða eisini kannaðar, tí hildið verður, at tvey ferðafólk hava brúkt stolin pass fyri at koma sær umborð á flogfarið. 239 fólk vóru við flogfarinum úr Kuala Lumpur til Beijing, sum ikki kom vegin fram.
Flogfarið, ið er av slagnum Boeing 777, verður mett at vera eitt av tryggastu flogførunum til ferðafólkaflutning, og ógvuliga fáar skaðahendingar eru knýttar at hesum flogførum.


























