Earth Divide skulu til Wacken!

Umvegis in.fo
Earth Divide skulu til Wacken!
Seint í gjár varð greitt, at Earth Divide hevur vunnið tungmálmskappingina Wacken Metal Battle Føroyar. Hetta merkir, at teir skulu spæla til festivalin Wacken í Týsklandi, har teir kappast víðari í finaluni.
09.03.2014 - 12:30

Earth Divide kunnu nú so smátt byrja at gera seg klárar til at fara niður til Týsklands at luttaka í Wacken 2014. Teir vunnu Wacken Metal Battle Føroyar í gjár, og dómararnir vóru ikki í iva um, at Earth Divide vóru teir, ið teir vildu síggja á Wacken.

 

Inni í Sjónleikarahúsinum í Havn er fult av málmshøvdum, og stemningurin er góður. Hetta er eitt av teimum fáu tiltøkunum, sum savnar allar fjeppararnar av tungmálmi í Føroyum í senn. Inni í salinum standa tey aftastu og nikka við høvdinum, meðan tey allar fremstu headbanga og boltra sær í mushpittinum.

 

Ein av fyriskiparunum til tiltakið er Teitur Egholm Fossaberg. Aftan á, at tey flestu skundaðu sær oman í býin, fekk Röddin orðið á hann og spurdi, hvussu hann var nøgdur við kvøldið.

 

- Eg eri øgiliga væl nøgdur við kvøldið. Eg hevði nakrar skeptiskar tankar, tá eg sá, hvussu veðrið bleiv, men tað sást ikki aftur á áskoðarafjøldini. Eg eri øgiliga væl nøgdur við, hvussu væl øll hava møtt upp og ikki minst, hvussu væl bólkarnir egentliga hava spælt, sigur ein vælnøgdur Teitur Fossaberg.

 

 Teitur er samdur við dómarunum, tá tað kemur til avgerðina av vinnaranum í gjár. Tað var eingin trupulleiki hjá dómarunum at finna vinnaran, og Teitur unnar Earth Divide tað væl.
 
 - Eg haldi, at Earth Divide hava uppiborið tað. Teir hava arbeitt beinhart fyri at koma uttanlands at spæla, so eg eri samdur við dómarunum. Teir søgdu jú, at tað var ein klokkuklárur eittari.

 

Áðrenn tað var avgjørt, hvør vann, fekk eg orðið á málmshøvdið Rúna Jacobsen. Hann var ikki í iva um, at allir bólkarnir vóru spennandi og høvdu nakað at bjóða uppá, men hann hevði tó funnið sær ein yndisbólk.

 

- Allir bólkarnir eru væl fyri tekniskt, so tað er øgiliga ringt at siga, hvør fer at vinna í kvøld. Alt hjá øllum er heilt tight, og mann sær ikki nógv av feilum. Mín yndis má vera Reduced to Ash, teir hava okkurt fangandi, sum mær dámdi væl, sigur Rúni.

 

Nú er hetta triðja árið við WMBF. Tað var fyrstu ferð hildið í 2012, tá Hamferð vunnu, og í fjør vunnu SIC. Men er tað nakað ár, har tað hevur gingið best?

 

- Tað er ring at taka dagar í millum, hvat ár hevur eydnast betur enn onnur. Her er ein ávísur felagsskapur, metalheads eru ein familja, sum møta upp til øll tiltøkini, vit gera. So eg veit ikki, hví eg var skeptiskur at byrja við, tí fólk møta upp óansæð, sigur Teitur.

 

Hinir bólkarnir, ið vóru við í kappingini, vóru Reduced to Ash, Iron Lungs, Celticide og Asyllex. Harafturat spældi Jürghinn old school metal, meðan dómararnir samráddust um, hvør skuldi gerast vinnarin.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.