Útbúgving sum spunasmiður

Útbúgving sum spunasmiður
Nú ber til at taka eina kandidatútbúgving sum spunasmiður – ella spindoktari, sum tað eisini verður rópt. Tað skrivar dr.dk.
Nú ber til at taka kandidatútbúgving sum spunasmiður.
 
11.03.2014 - 08:58

Universitetið í Roskilde hevur gjørt sína egnu kandidatútbúgving innan hetta økið.

- Tað er ikki tí, at vit hava vánaligar politiskar ráðgevar í dag. Men eg haldi, at vit kunnu veita komandi politiskum ráðgevum eitt betri útgangsstøði, sigur Bodil Damgaard, lektari og lestrarvegleigari á Roskilde Universiteti ella RUC, sum tað eisini eitur.

Bodil Damgaard sigur, at útbúgvingin er vælegnað til onnur enn bara tey, sum droyma um at gerast spunasmiðir ella politiskir ráðgevar.

- Bæði embætisverk og fyrisitingar hava tørv á kandidatum, sum ikki bara skulu vita nógv um málsviðgerð. Tey skulu eisini kunna flyta seg, sigur Bodil Damgaard við dr.dk.

Útbúgvingin fær heitið Public Administration and politics - Almenn fyrisiting og politikkur. Freistin at søkja inn á nýggju útbúgvingina á RUC er 1. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572