- Tíðindi, mentan og ítróttur
ICES: Nýtt tilmæli um makrelstovnin skal gerast
ICES: Nýtt tilmæli um makrelstovnin skal gerast
Nýggja vísindaliga tilmæli frá ICES, skal eftir ætlan verða liðugt í mai

12.03.2014 - 13:49
ICES ráðgevingin frá oktober, sum mælti til at fiska 890 túsund tons av makreli, er framvegis galdandi. Tað tilmælið varð grundað á fiskiskapin seinastu trý árini.
Nýggj granskingarúrslit
- Fiskifrøðingar hava nú fingið fleiri granskingarúrslit, sum ger, at nýggja tilmælið verður meira vísindaligt grundað, sigur norski granskarin Katja Enberg, sum er leiðari í arbeiðsbólkinum hjá ICES, við Fiskaren
Væntandi fer ICES við nýggja tilmælinum at hækka tilmælið um, hvussu nógvan makrel, tað er ráðiligt at fiska í ár.
Samráðingarnar millum strandarlondini, sum vóru í Edinburgh í síðstu viku um kvotabýtið, endaðu uttan úrslit.
Kelda: Fiskaren
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























