Byrta og Týr stóru vinnararnir á FMA

Byrta og Týr stóru vinnararnir á FMA
Elektropoppbólkurin BYRTA og tungmálmsbólkurin Týr gjørdust stóru vinnararnir, tá føroysku tónlistaheiðurslønirnar vórðu handaðar
Føroysku tónlistavirðislønirnar vóru handaðar í gjárkvøldið
Mynd: Kári Sólstein  
 
16.03.2014 - 10:36

BYRTA og Týr vunnu hvør sínar tríggjar FMA-heiðurslønir. Týr vann fyri "Ársins bólkur", "Ársins fløga" og "Ársins húsi" í bólkinum " Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk" fyri teirra útgávun "Valkyrja". BYRTA var tilnevnt í "Popp" bólkinum og vann heiðurin "Ársins fløgu" og "Ársins bólkur". Harumframt vann BYRTA heiðurin sum "Ársins nýggi bólkur".  

Tvey yvirraskilsi

FMA handanin borðreiddi við tveimum yvirraskilsum. Kvartettin í Betesda vann heiðurin sum "Ársins bólkur" í tí sonevndan "Opna bólkinum". Og blaðunga stjørnuskotið av Innan Glyvur, Døgg Nónsgjógv, átti ársins besta poppsang, tá hon varð heiðrað FMA-heiðurslønini fyri at hava skrivað ársins sang í "Popp bólkinum" fyri sangin "Tú tók mína hond".

21 heiðurslønir

21 FMA heiðurslønir vórðu latnar í kvøld. Eitt nú kunnu nevnast, at Simme varð heiðraður við serliga tónleikaheiðurslønini, Baroli Music fingu heiðurin sum ársins framleiðarar og HOYMA tónleikatiltakið hjá G! festivalinum vann heiðurin sum "Ársins átak".

 

VINNARAR Á FMA 2014

 

Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkur

Ársins sangari/einleikari:

Jón Aldará

 

Ársins bólkur/einstaklingur:

Týr

 

Ársins fløga:

Týr – Valkyrja

 

Ársins sangur:

Marius og Svavar Knútur – Tokan

 

----------------

 

Opin bólkur

Ársins einleikari/bólkur:

Kvartettin í Betesda

 

Ársins fløga:

Eivør – Skrímslið, lítla systir mín

 

Ársins lag/verk:

Eivør – Lurta nú

 

----------------

Popp bólkur

 

Ársins sangari:

Hallur Joensen

 

Ársins songkvinna:

Greta Svabo Bech

 

Ársins fløga:

Byrta – Byrta

 

Ársins sangur:

Døgg Nónsgjógv – Tú tók mína hond

 

Ársins bólkur/einstaklingur:

Byrta

 

Ársins nýggi bólkur/einstaklingur

Byrta

 

Ársins tekstur:

Jóanes Nielsen – Lívið er júst, sum tað er


Ársins framleiðari:

Baroli Music

 

Ársins átak:

Hoyma

 

Ársins tónleikaheiður:

Simme

 

Ársins videolag:

Greta Svabo Bech – Broken Bones

 

Ársins húsi:

Týr – Valkyrja

 

Ársins live bólkur/einstaklingur:

Swangah

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. oktober
Kultura - nýggi pallistafestivalurin VERK
197843
Mikudag 1. oktober
Skratsj 1. oktobur 2025
197825
Mikudag 1. oktober
Tá børnini ikki vilja leggja seg
197820
Mikudag 1. oktober
Morgunlestur mikudagur 1.oktober 2025
197564
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
197829
Týsdag 30. september
Veðrið
197788
Týsdag 30. september
Tá lívið gerst ov tungt - teknmálstulkað
197769
Týsdag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
197762