- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarmorgun verður sýndur mikudagin
Vetrarmorgun verður sýndur í Norðurlandahúsinum mikudagin, 19 mars. Stuttfilmurin vann fyri stuttum eina stóra virðisløn á stóra filmfestivalinum Berlinale í Týsklandi.
Sakaris Stórá er maðurin handan filmin, og í 2012 vann hann Geytavirðislønina fyri stuttfilmin Summarnátt. Vetrarmorgun er ein eftirfylgjari til Summarnátt, og hann varð eisini tilnevndur til Geytan í ár. Hóast Sakaris ikki fekk Geytan aftur hesaferð, vann hann Grand Prix virðislønina í Generatión-skránni fyri besta stuttfilm 2014.
- Hetta er ein nokkso dapur coming-of-age-søga við evnum sum homoseksualitet, bólkatrýst og annað teenagedramapiss, sigur ein av leikarunum, Hugin Knudsen flennandi við Röddina.
Vetrarmorgun verður vístur klokkan 19:30 í Norðurlandahúsinum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |