Upptøkuroyndir til spælifilmin, “Dreymurin við havið”

Upptøkuroyndir til spælifilmin, “Dreymurin við havið”
Navnframi filmsleikstjórin, Sakaris Stórá, fer undir nýggja spælifilmin, Dreymurin við havið. Í tí sambandi leitar hann eftir fimm leikarum til filmin
26.05.2015 - 18:45

Leikstjórin leitar eftir trimum royndum sjónleikarum; tveimum kvinnum og einum manni í aldrinum 30-45 ár. Tey, ið eru nakað eldri ella yngri, eru kortini vælkomin at søkja. Leikstjórin leitar eisini eftir tveimum ungum dreingjum um 15-22 ára aldur. Royndir innan film eru ikki krav, men koma væl við.

 

Sakaris Stórá skal leikstjórna ungdómsfilmin, Dreymurin við havið, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað. Sakaris hevur áður framleitt stuttfilmar, men er nú farin í holt við at gera longri spælifilm, ið eftir ætlan verður millum 90 og 100 minuttir langur. Marjun Syderbø Kjælnes hevur skrivað leikritið. Marjun er mest kend sum bókmentarithøvundur og hevur m.a. skrivað ungdómsskaldsøguna, Skriva í Sandin. Nú roynir hon seg eisini sum høvund innan filmsgreinina.  

 

Upptøkuroyndir 28-29. mai

 

Upptøkuroyndir verða á Føroya Fólkaháskúla 28-29. mai. Tilmelding og kunning fæst við at skriva til ingunskriv@gmail.com. Vilt tú vita meira um verkætlanina, so ber til at ringja til Sakaris Stórá fon 263663 ella Ingun í Skrivarastovu fon 288366.

 

 

Ikki ein typiskur ungdómsfilmur

 

-Filmurin er ein ungdómsfilmur, sjálvt um hann ikki er sum ein typiskur ungdómsfilmur. Hann snýr seg um nakrar av teimum trupulleikunum, vit møta sum menniskju, og tey ivamálini og spurningarnar, sum vit ofta seta okkum. Samstundis viðger filmurin tær kontrastirnar, sum eru í tí føroyska samfelagnum, sæð gjøgnum eyguni á tveimum ungum gentum í eini lítlari bygd. Tað er Marjun Syderbø Kjelnæs, sum hevur skriva leikritið. Eg haldi, at hon hevur dugað at fanga nakað heilt serstakt, sum eg altíð havi vilja sloppið úttrykt á filmi, sigur filmsleikstjórin.

 

Hóast upptøkuroyndirnar longu eru í mai, so verða upptøkurnar ikki fyrr enn í heyst. Huglagið í einum filmi er altíð týdningarmikið. Heystliga veðurlagið í Føroyum passar best til kenslurnar í filminum.

 

- Ætlanin er at fara í gongd við upptøkurnar seinni í heyst. Eg vil gjarna trýsta upptøkurnar so langt móti vetrinum sum til ber, tí tá haldi eg, at veðurlagið vísir seg frá sínari sannastu síðu, og tað passar best til tær kenslurnar, sum filmurin snýr seg um, sigur Sakaris Stórá.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.