Kinverjar dáma væl laksin hjá Bakkafrost

Kinverjar dáma væl laksin hjá Bakkafrost
Kinesiski marknaðurin hjá Bakkafrosti vaks 122 prosent frá 2012 til 2013.
Laksaútflutningurin hjá Bakkafrost til Kina vaks við 122 prosentum frá 2012 til 2013.
 
25.03.2014 - 08:48

Síðani 2009 hevur Bakkafrost lagt seg eftir at selja laks til Kina. Og í fjør var sølan hagar 122 prosent størri enn í 2012. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri, við heimasíðuna Undercurrent News.

Bakkafrost seldi fyri slakar 370 milliónir krónur til Kina í fjør. Knappliga 27 prosent av útflutninginum hjá Bakkafrosti fóru til Kina.

Kina keypir mest av alilaksi frá Stóra Bretlandi, men Føroyar eru næststørsti útflytari av laksi til Kina.

Sambært Undercurrent News er tó illgruni um, at norskur laksur fer til Kina gjøgnum Vjetnam fyri at sleppa undan innflutningsbanni í Kina. Stýrið í Kina er ikki so fegið um, at kinesiski andstøðingurin, Liu Xiaobo, fekk friðarheiðursløn Nobels í 2010. Og tað kemur øðrum londum, sum útflyta til Kina, væl við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715