Semingsstovnurin boðsendur

Semingsstovnurin boðsendur
Stígur er komin í samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjamálaráðið, og Semingsstovnurin er boðsendur
Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, hevur boðsent Semingsstovninum, tí stígur er í samráðingunum við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum
 
25.03.2014 - 09:50

Semingsstovnurin er boðsendur at koma uppí samráðingarnar millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Hetta boða sjúkrarøktarfrøðingarnir frá á heimasíðu sínari. 

Tað eru sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum í gjár gjørdu greitt, at tey vildu hava Semingsstovnin uppí. 

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, vil ikki gera viðmerkingar til, hví tey nú vilja hava semingsstovnin uppí, og hon vil heldur ikki siga, hvat partarnir eru ósamdir um.

Greitt er tó, at løn og eftirløn er partur av ósemjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136