Allir bátar rógva 1.000 metrar

Allir bátar rógva 1.000 metrar
Næstu tvey árini fara allir bátar at rógva 1.000 metrar. Tað bleiv samtykt á aðalfundi hjá Róðrarsambandi Føroya í dag
Næstu tvey árini verður einans róð á 1.000 metrum í øllum kappingum hjá teimum vaksnu
 
29.03.2014 - 18:19

1.500 og 2.000 metra teinarnir í kappróðri eru strikaðir næstu tvey árini. Aðalfundurin hjá Róðrarsambandi Føroya hevur samtykt, at næstu tvey árini skal bert rógvast á 1.000 metrum í vaksnamannaróðrinum.

Barnamanningarnar halda fram at rógva 500 metrar. 

Hetta merkir, at 8 og 10 mannaførini, sum í fjør róðu 2.000 metrar, í ár skulu rógva sama tein, sum allir hinir bátarnir - nevniliga 1.000 metrar. 

- Vit gera hetta sum eina roynd næstu tvey árini, og tað er serliga við fyrireikingunum í huga og við vónini um at fáa fleiri manningar at luttaka í størstu bátastøddunum, sigur Jan Herman Hansen, formaður í RSF.

Men tað eru verri enn so øll, ið taka undir við hesum. Tá samanumkom vóru níggju atkvøður fyri uppskotinum og átta ímóti. 

Ein av grundgevingunum fyri ikki at stytta teinin hjá størstu bátunum niður í 1.000 metrar er, at avbjóðingin er ov lítil fyri rógvararnar, sum hava róð 1.500 og 2.000 metrar seinastu mongu árini.

Tó er greitt, at uppskotið hjá RSF varð samtykt, og tí skulu allar vaksnamannamanningar næstu tvey árini rógva 1.000 metrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328