ÍF eitt fet nærri FM heitinum

ÍF eitt fet nærri FM heitinum
Fyrra FM finalan í flogbólti hjá monnum varð spæld í kvøld
ÍF steypavinnarar 2013
Mynd: fbf.fo  
 
29.03.2014 - 23:22

ÍF og Fleyr eru liðini sum spæla um FM heitið í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum.

Fyrra finalan varð spæld á Kambsdali í kvøld. 
ÍF vann dystin 3-0. 

Settúrslitini : 25-21, 25-20 og 25-23.  

Fleyr hevur enn møguleika at vinna FM heitið.
Tríggir leikdagar eru settir av til finalurnar, men um ÍF vinnur seinnu finaluna er alt avgjørt við tveimum finalum.

Seinna finalan verður spæld leygardagin í høllini á hálsi kl 15.

 

Fyrra kvinnufinalan í morgin

Liðini í FM finalunum hjá kvinnum eru Mjølnir og Fleyr, og verður fyrra finalan spæld í Klaksvík kl 15 í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329