Fleiri kvinnur arbeiðsleysar

Fleiri kvinnur arbeiðsleysar
5,1 prosent av kvinnum eru arbeiðsleyar, meðan 3,5 prosent av monnum eru arbeiðsleysir, skrivar Hagstova Føroya.
 
30.03.2014 - 10:05

Fleiri kvinnur enn menn eru arbeiðsleysar.

Hetta skrivar Hagstovan á sínari heimasíðu. 638 kvinnur eru arbeiðsleysar í løtuni, meðan 507 menn eru uttan arbeiði. Hetta merkir, at 5,1 prosent av kvinnum eru arbeiðsleysar, meðan talið fyri menn er 3,5 prosent.

Samlaða arbeiðsloysi er 4,3 prosent. Hetta er ein minking sammett við í fjør, tá arbeiðsloysið var 4,7 prosent. 

Arbeiðsloysið er størst millum tey, sum eru millum 55 og 66 ár - og minst í aldursbólkinum 45-54 ár.

Lutfalsliga størsta arbeiðsloysið var í Sandoyar Sýslu, 8,4 prosent. Minst arbeiðsloysið er í Eysturoyar Sýslu, har 3,5 prosent eru uttan arbeiði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379