Snildfonir kunnu møguliga skaða eyguni

Snildfonir kunnu møguliga skaða eyguni
Eygnalæknar hava fingið illgruna um, at ljósið í snildfonum kann skaða eyguni.
30.03.2014 - 23:15

Um tú hevur eina snildfon, kennur tú óivað kensluna av, at hon bara liggur og skríggjar eftir, at tú skalt kanna hana. Ein nýggj, bretsk kanning vísur, at fólk undir 25 ár í meðal hyggja 32 ferðir á snildfonina um dagin. Og tað kann møguliga skaða eyguni, skrivar BBC.


- Ljósið í snildfonunum kann vera farligt fyri tann svarta partin av eyganum. So um man brúkar snildfonina nógv í fleiri ár, kann tað vera vandi fyri, at man fær skaða. Tað ljósið, sum er í snildfonum, kann økja um vandan fyri at fáa forkálkningar á nethinduna, og tað er ein av vanligastu orsøkunum til, at fólk verða blind, sigur eygnalækni Andy Hepworth til BBC.


Tò sigur hann, hetta enn bara er ein illgruni.


- Sjálvt um vit ikki vita enn, um tað er eitt beinleiðis samband millum snildfonir og skaða á eyguni, so er tað nógv sum talar fyri tí, sigur hann.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.