- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skríggið: Nýggj pornosíða hjá Röddini
Í eitt ár hevur Röddin, undir Kringvarpinum, veitt undirhald og tíðindatilfar til føroyska ungdómin. Nú velja vit at taka eitt fet víðari, har ætlanin er at raka ein breiðari málbólk.
Lesaratølini fyri fisusøguna á sinni talaðu fyri seg, og tað er heilt greitt, hvat tit hyggjarar vilja hava – eina føroyska pornosíðu – og tað skulu tit fáa!
Vit fara undir navninum “Skríggið” at veita dygdargott porno til allar føroyingar yvir 18 ár. Um vitjunartølini á síðuni verða góð, er ætlanin eisini at víðka útvarpssendingina, Reiðrið, til eina fúlari sending, sum tá kemur at ganga undir navninum ’Búrið’.
- Eg havi hugt eftir hagtølunum hjá Röddini fyri seinasta árið, og tølini er greið. Lesararnir vilja hava minni tíðindi og meiri porno, sigur nýggi redaktørur okkara, Finnur Koba, sum er spentur upp á at síggja, hvussu tað fer at gangast við Skrígginum.
Finnur hevur sjálvur góðar royndir við at gagnnýta tað fúla, og tí mettu vit eisini hann at vera tann perfekta redaktørin fyri Röddina.
- Nú eri eg jú eisini sangari í føroya kendasta tónleikabólki, og vit brúka nógv hatta har við at syngja um fúl ting. Tað selur. Tað ger tað altso, sigur Finnur álvarsamur.
Nýggja føroyska pornosíðan fer bæði at fevna um tilfar, ið er framleitt av redaktiónini, men ein partur av tilfarinum fer eisini at verða innsent av lesarunum – eins og fisusøgan varð.
Hevur tú ein fúlan film ella eitt frekt ljóðband, so send tað inn á info@skriggid.fo
Skríggið sær dagsins ljós 10. apríl, um alt gongur eftir ætlan.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |