Lítil og eingin skattur frá føroyingum uttanlands

Lítil og eingin skattur frá føroyingum uttanlands
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur svarað fyrispurningi um tvískattaavtalur
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurnngi frá Høgna Hoydal
 
02.04.2014 - 07:58

Útlendingar gera nógv størri íløgur í Føroyum enn føroyingar gera í øðrum londum. Men nógv fleiri føroyingar arbeiða í øðrum londum enn útlendingar í Føroyum.

Hvørki er nakar fyrimunur fyri skattainntøkurnar í Føroyum. Sambært teimum tvískattaavtalum, sum Føroyar hava við onnur lond, fær landið, har sum íleggjarin býr, skattin av vinningsbýtinum av íløguni í Føroyum.

Ójavni í skattainntøkunum

Støðan er í løtuni tann, at útlendingar gera nógv størri íløgur í Føroyum, enn føroyingar gera í útlondum, og gongur hesin ójavnin út yvir føroysku skattainntøkurnar frá vinningsbýti.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann, sum spurdi um tvískattaavtalur.

Meginreglan í tvískattaavtalum er eisini, at løn verður skattað í landinum, har sum fólk arbeiða. Nógvir føroyingar arbeiða í øðrum londum, men fáir útlendingar arbeiða í Føroyum. Hetta merkir, sigur Jørgen Niclasen, at vit lítlan og ongan skatt fáa frá týðandi parti av okkara arbeiðsstyrki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138