- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskar selfies samlast
Selfie FO er ein nýggja heimasíða, sum sá dagsins ljós í morgun. Endamálið við síðuni er, at savna føroyskar selfies á einum staði.
Vodafone eigur heimasíðuna, og Jon er ein uppspunnin persónur, sum tey hava valt til at bera boðskapin fram.
- Ætlanin við síðuni er at skapa eitt sindur av stuttleika rundan um selfies, ið jú eru nakað, ið bert ber til við einari fartelefon, siga tey handan síðuna.
Millum allar selfies, sum koma inn, verður ein vinnari valdur. Kappingin er skipað soleiðis, at tú tekur eina selfie, leggur hana á Instagram og taggar hana við #selfiefo.
Fert tú inn á heimasíðuna hjá Selfie Fo, ber longu nú til at síggja fleiri føroyskar selfies.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |