- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avlurtingarpakkin verður viðgjørdur eftir páskir

Jógvan Páll Lassen heldur ikki, at ætlaðu lógarbroytingarnar eru neyðugar, sum landsstýrið vil hava settar í verk í Føroyum, so politiið fær betri amboð at kanna fólk, sum eru undir illgruna fyri brotsverk.
Avlurtingarpakkin endaði aftur í rættarnevndini, tí ein meiriluti í tinginum samtykti at beina málið aftur hagar, tá tað var til triðju viðgerð hósdagin.
Fimm samgongutingmenn tóku undir uppskotinum um at beina málið aftur í nevnd.
Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum, sum var millum teirra, ið atkvøddu fyri at beina málið aftur í rættarnevndina, hevur sagt, at hann væntar, at tað fer at eydnast at samansjóða sjónarmiðini og leggja nýtt álit fyri tingið eftir páskir.



























