Stríðsval um formanssessin í Inuit Ataqatigiit

Stríðsval um formanssessin í Inuit Ataqatigiit
33 ára gamli Aqqaluaq B. Egede boðar nú frá, at hann eisini stillar upp til formansvalið
Aqqaluaq B. Egede vil hava fólk í útjaðaranum í Grønlandi uppí politiska arbeiðið í flokkinum
Mynd: foto: sermitsiaq.gl  
 
18.04.2014 - 12:42

Grønlendski fólkatingslimurin, Sara Olsvig, hevur fingið kapping til formanssessin í Inuit Ataqatigiit (IA).

33 ára gamli Aqqaluaq B. Egede boðar nú frá, at hann eisini stillar upp til formansvalið í mai.

IA skal hava nýggjan formann, eftir at Kupik Kleist herfyri boðaði frá, at hann leggur frá sær.

Hugsar um útjaðaran

Aqqaluaq B. Egede ætlar sær at leggja dent á at fáa fólk á bygdunum og í útjaðaranum í Grønlandi meira við í politiska arbeiðið í flokkinum. Hann ætlar sær eisini at bøta um livikorini hjá teimum, sum eru illa fyri fíggjarliga.

Sara Olsvig boðaði herfyri frá, at hon stillar upp til formansvalið í IA. Hon sigur, at verður hon vald, fer hon úr fólkatings-sessinum.

Formansvalið í IA verður á eykalandsfundi 30. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472