Hvassar atfinningar geva hvørki neps ella uppsøgn

02.05.2014 - 13:33
Innlendis›Politikkur
Hvassar atfinningar geva hvørki neps ella uppsøgn
Løgmaður hevur fult álit á Johan Dahl, landsstýrismanni, sum í gjár fekk nógvar harðligar atfinningar frá løgtingsgrannskoðarunum um Strandferðsluna

Samskiftið millum Strandferðsluna og Vinnumálaráðið og landsstýrismannin, Johan Dahl, tykist óskipað, ógreitt og skiftandi.

Hetta er ein av nógvum átalum, sum løgtingsgrannskoðararnir komu við í gjár. 

Men løgmaður hevur framvegis álit á Johan Dahl.

Og løgmaður ætlar ikki, at tað skal fáa avleiðingar fyri Johan Dahl, at hann ikki kunnaði løgtingið um, at Strandferðslan hevði slakar fimm milliónir krónur ov lítið til raksturin í fjør.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775