Gíslarnir latnir leysir

Gíslarnir latnir leysir
Teir sjey OSCE-eygleiðararnir, sum vórðu tiknir sum gíslar í Ukraina 25. apríl, eru nú latnir leysir.
 
03.05.2014 - 15:41

Teir sjey eygleiðararnir frá felagskapinum OSCE vórðu hildnir sum gíslar hjá herðnaðarligum deildum, sum vilja vera partar av Russlandi, og vórðu lagdir undir at njósnast í Ukraina. 

Leiðarin fyri russaravinarligu deildirnar, Ponomajov, sum hevur útnevnt seg sjálvan sum borgarstjóra í býnum Slavjansk, váttar fyri  Reuters, at eygleiðararnir eru leyslatnir uttan nakað endurgjald ella nakrar treytir.

OSCE er ein felagskapur, sum arbeiðir fyri trygd og samstarvið í Evropa. 

Eygleiðararnir koma úr Danmark, Póllandi, Tjekkia og Týsklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011