- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið vil hava Breivik dømdan í viðgerð

Norska ákæruvaldið vil hava hópdrápsmannin, Anders Behring Breivik, dømdan í viðgerð.

Ákæruvaldið ivast í, um Breivik var við sítt fulla skil, tá hann framdi hópdrápini. Tí eigur hann ikki at verða dømdur fongsulsrevsing, men í psykiatriska viðgerð.

Dómsviðgerðin í rættarmálinum móti Breivik byrjaði í rættinum í Oslo í dag.

- Vit eru ikki sannførd um, at Breivik er rættsiktaður, men vit ivast. Tí krevja vit, at hann fær viðgerðardóm, sigur ákærin, Svein Holden.

Rætturin hevur fingið tvær mótstríðandi serfrøðingakanningar av Breivik, men hvørgin hevur sannført ákæruvaldið.

Anders Behring Breivik hevur viðgingið, at hann drap 77 fólk í Oslo og á Utøya 22. juli í fjør. Breivik hevur sagt, at hann framdi hópdrápini í neyðverju, og at hann tí eigur at verða fríkendur.