Gylta Gullið

Gylta gullið (1:5)
09-09-2026

1. sending byrjar í 50-unum. Tá varð saltað í tunnur og roynt við gørnum. Vit hoyra um, tá Júst í Túni kom við fyrsta kraftblokkinum til Føroya, Osvald Sivertsen sigur frá. Hann var bestimaður við Júst tá, og seinni við skipunum hjá Eileri Jacobsen. Á makrelveiðu  umborð á Christiani í Grótinum, sum partrolar við Norðborg, sigur Christian Martin Rasmussen frá. Vit hitta eigarar og manning við bátunum hjá "Varðanum". Vit hoyra um Trónd í Gøtu, sum kom í 1987 sum eitt úrslit av nógv umtalaða skipapakkanum hjá Atla Dam, sála og hoyra hann úttala seg um týdningin av størri og meira framkomnum uppsjóvarskipum. Hetta søgdu mong, bert var eitt ævintýr!

Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Gylta Gullið

Ein lýsing av føroysku uppsjóvarvinnuni í fimm pørtum, har skift verður millum nóta- og trolveiðina í dag og brot úr søguni hjá hesi vinnu. 
Í røðini verða styttri og longri brot úr føroysku uppisjóvarvinnuni lýst heilt frá byrjanini fyrst í fimti árunum og heilt fram til dagin í dag.

Við livandi frásøgnum , hendingum, gomlum filmsbrotum, myndum og eini rúgvu av góðum filmsupptøkum seinastu 15 – 20 árini.
Vit eru við úti á fiskifeltinum, har flestu samrøðurnar verða gjørdar.

Føroysk sending
07-10-2026
Føroysk sending
30-09-2026
Føroysk sending
26-09-2026
16-09-2026
09-09-2026