Soleiðis verður parkerað í miðbýnum í Havn

Soleiðis verður parkerað í miðbýnum í Havn
Stundum kann vera trupult at finna parkeringspláss til bilar í miðbýnum í Havn. Um tað er orsøk til hesa øðrvísi parkeringina, er tó ikki vist
Tað kann stundum vera trupult at finna parkeringspláss í miðbýnum í Havn. Um tað er orsøkin til hesa heldur øðrvísi parkeringina, er tó ikki vist
Mynd: Facebook/Dánjal Hansen  
 
09.05.2014 - 14:46

<p>Skalt tú seta bilin frá tær í miðbýnum í Havn gerandisdagar, kann tað stundum vera ein avbjóðing, har langt kann vera millum parkeringsplássini.</p>

<p>At bilførar parkera bilar inni í garðinum hjá fólki, heldur enn at finna eitt avmerkt parkeringspláss, er tó ikki gerandiskostur. Ella, tað hevur tað í øllum førum ikki verið higartil.</p>

<p>Myndin, ið hevur verið at sæð á Facebook síðan á middegi í dag, sigur kortini einki um, hvørt tað er sami eigari, ið eigur bilin og húsini, har bilurin nú stendur parkeraður heldur øðrvísi enn vanligt.</p>

<p>Søgan sigur heldur einki um, hvussu bilurin er komin inn í garðin á húsunum í miðbýnum - um bilurin hevur koppað garðin og er koyrdur inn á grasplenuna ella um bilurin er lyftur við kranabili.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. januar
RagnarRokk: Toumas Hirvonen um Icemelter
202428
Fríggjadag 9. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Tunghoyrt
202426
Fríggjadag 9. januar
Morgunlestur fríggjadagur 9.januar 2025
202091
Hósdag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
202371
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324