Hvat heldur fólkið um FRIGG?

Hvat heldur fólkið um FRIGG?
Fólk eru samd um góða, heimliga lagið á festivalinum, og Bubbi Mortens er eitt ‘must’.
10.05.2014 - 19:15

Una Nielsdóttir Galan og Ronja Eyð Nicolajsen

Una Nielsdóttir Galan og Ronja Eyð Nicolajsen hava verið til arbeiðis í allan dag, og nú seinnapartin hava tær fingið frí.

Spurdar um hvat tær halda um festivalin higartil, halda tær at hetta er ein hugnaligur festivalur, og lagið er blivið heilt gott nú út á dagin.

- Tað er ein hugnaligur og góður stemningur. Tað hava ikki verið so nógv fólk í dag, tey komu øll kl 16, tá Medina fór at spæla, sigur Ronja Eyð Nicolajsen.
 

Una er samd, og nú tær hava fingið frí, fara tær endiliga at njóta festivalin. 

- Eg havi einki serligt, sum eg vil hoyra, kanska Týr. Vit fáa at síggja.

 

 

Asger Eið og Randi við Reiðlið

 

Asger Eið og Randi við Reiðlið hava verið til arbeiðis allan fríggjadagin, men í dag sleppa tey endiliga at njóta festivalin.
 

- Hetta er mega feitt. Ordiliga føroyskt veður, men lagið er sera gott. Eg var í Culture Box í gjár, og tað var alvorliga gott, minti um eitt leygarkvøld á Skarv, sigur Asger.


Tey bæði gleða seg mest til Páll Finnur Páll, og í dag eru fleiri fólk, so vónandi verður tað eitt gott kvøld.

- Ja, festivalurin er yvirraskandi góður. Eg hevði ongar vónir, tí hann jú er fyrstu ferð í ár. Í gjárkvøldið var lagið sera gott, og vónandi verður tað líka gott í kvøld eisini, sigur Randi.

 



Maria Waagstein, Hallgerð Mikkelsen

 

- Higartil hevur festivalurin verið mega feitur og gott lag, sigur Maria.

Báðar eru samdar um, at Eivør, Høgni og Swangah vóru tað besta í gjár, og í dag er tað Byrta sum skal upplivast. 

 

Ottar og Bodil Olsen

Ottar og Bodil Olsen hava verið og lurtað eftir abbasoninum, Sebastian Mikkelsen, sum spælir við Nine Miles South.
 

- Hetta er eitt gott tiltak, og verður uttan iva afturvendandi. Tað besta er at ganga og heilsa uppá føroyingar.

 

 

 Jónas Wang Hansen, Jákup Símun Fríðheim

 

Ytst í áhoyrarafjøldini hómast ein bólkur við ljósareyðum blusum. Hesar máttu vit fáa orðið á.

- Hetta er eitt gott tiltak og sera væleydnað. Eg havi verið báðar dagarnar, men hæddarpunktið er uttan iva Bubbi Mortens, sigur Jónas.


- Huglagið er sera gott, ein heimligur stemningur, og eg gleði meg eisini til Bubbi Mortens, sigur Jákup Símun Fríðheim. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.