- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samanumtikið: tónleikurin á FRIGG
Eivør, Byrta, Kim Hansen, Páll Finnur Páll. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt tey? Tí var eg nokk so skuffað av, at føroysku áskoðararnir mest møttu upp til heimligu konsertirnar og ikki fóru til útlendsku bólkarnar, tí tað var tað, sum festivalurin snúði seg um eftir mínum tykki: at hoyra bólkar úr hinum Norðurlondunum.
Tá tað er sagt, so var ljóðið sera gott, og konsertirnar hjá føroysku bólkunum vóru sera góðar sum altíð. Eg eri ikki slagið, sum lurtar eftir Swangah og TÝR heima hjá mær sjálvari, men konsertirnar hjá teimum vóru perfektir endabrestir fyri kvøldini, har øll sungu hart við, og vit kendu okkum heima aftur í lítla dunnuhylinum. Eg veit tó ikki, hvussu ikki-føroysku festivalgestirnir upplivdu tær konsertirnar… Hví skulu vit altíð seta okkum sjálvi á ein piedestal, so skjótt sum vit flyta til Danmarkar?
Ná, men aftur til sakina, so eri eg sera glað fyri útlendsku bólkarnar, eg havi fingið eyga á hetta vikuskiftið. Serliga varð eg bergtikin av konsertini hjá íslendsku Vök, sum spældu fríggjakvøldið, og serliga saxofonin riggaði hamrandi væl. Síggj konsertina, tey spældu á Iceland Airwaves í 2013 her:
Ein annar bólkur, mær dámdi væl, var danski Dangers of the Sea, sum spældi tíðliga leygardagin. Forsangarin Andreas Bay Estrup minnir um ein ungan Neil Young, og sambært teimum sjálvum fáa teir íblástur frá folkrock pallinum í 60unum og 70unum. Síggj teir spæla lagið Mine to Keep live her:
Eftir øllum at døma eru grønlendsku Small Time Giants TAÐ stóra navnið í Grønlandi, sum fáa allar genturnar at gráta hysteriskt, tá teir fara á pall. Teirra tónleikur er ringur at meta um, tí sangirnir eru ein vavgreytur av ymsum rútmum og sjangrum, og mitt sum ein friðarligur sangur tykist enda, broytist hann til eitt rocklag, har bólkurin totalt broytir skap og forsangarin byrjar at hoppa vilt á pallinum. Men konseptið hjá teimum fangaði, millum annað tað við at sampla gomul grønlendsk ljóð og brúka tey í sínum sangum. Eg gleði meg at hoyra meira frá teimum í framtíðini. Síggj eina live framførslu av lagnum Heart Shaped Pillow her:
At enda er bara eftir at spyrja, hvar norsku, svensku og finsku bólkarnir vóru? Og hví var bert ein danskur bólkur umframt Medina? Um festivalurin verður aftur næsta ár, so vóni eg, at fyriskipararnir fara at finna fleiri øðrvísi bólkar í staðin fyri at “play it safe” og einans finna nøvn, ið vit øll kenna í forvegin.
Men okey, útlendsku gestirnir kendu kanska ikki Gretu Svabo Bech, Marius Ziska og Lailu av Reyni, so kanska ilskist eg bara inn á føroyska hugburðin við, at um vit skulu hava nakað, so mugu vit hava alt í senn. Hvørjar bólkar skulu tit nú brúka næsta ár? Vónandi verður hetta tiltakið ikki sum føroyskar konfirmatiónir – frikadellur og eplasalat hvørt ár, hvørja ferð. Meira fjølbroytni og meira samansjóðing please, bæði frá fyriskiparunum og áskoðarunum.
Okkara myndafólk hetta vikuskiftið var Sonja Wang Hansen, og hennara myndasøvn frá FRIGG festivalinum 2014 kunnu síggjast her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |