- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark vil hava Turkaland upp í ES

Samstundis sum Danmark fyrireikar seg at taka ímóti kinesiska forsetanum, Hu Jintao, er Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, farin til Turkalands á vitjan.

Danmark hevur formansskapin í ES, og endamálið við vitjanini er at fáa gongd á samráðingarnar um turkiskan limaskap í ES.

Helle Thorning-Schmidt sigur, at Danmark og Javnaðarflokkurin hava framvegis ta støðu, at Turkaland eigur at fáa limaskap í ES. Men hon viðurkennir, at nógvir meinbogar hava verið, tí í veruleikanum er tilgongdin steðgað.

Búskaparlig framgongd hevur verið í Turkalandi, samstundis sum kreppa er í fleiri ES-londum. Tí er turkiski áhugin fyri ES-limaskapi minkaður.

Kýpros, sum tekur við formanssessinum í ES eftir Danmark, hevur hótt við at forða fyri, at Turkaland nakrantíð fær limaskap í ES. Turkiski forsætisráðharrin, Erdogan, hevur sagt, at hann hevur ongan áhuga at tingast við Kýrpos um ES.