- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merkið veittraði á heimsins hægsta fjalli

Klokkan gott og væl trý sunnunáttina okkara tíð, veittraði Merkið á tindinum á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest.
Arne Vatnhamar, sum er fyrsti føroyingur nakrantíð, ið hevur nátt tindin, skrivar á síni Facebook síðu, at júst henda løtan, tá føroyska flaggið veittraði yvir øllum heimsins fløggum, var ein stór løta fyri seg.
Túrurin niður trupul
Hann skrivar eisini, at túrurin niður av 8848 metra høga fjallinum var truplari enn væntað. 41 ára gamli leirvíkingurin fekk trupulleikar við lungunum, og hann mátti tí yvirnátta á camp tvey, sum er á 7050 metra hædd. Arne Vatnhamar kom í morgun til Advanced Bace Camp og eftir ætlan er hann komin av fjallinum til Nepalska býin Kathmandu tann 30. ella 31. mai.




























