Eingin avloysari fyri Magnus Heinason

Eingin avloysari fyri Magnus Heinason
Tað eyðnaðist ikki at fáa nakra semju um nýtt havrannsóknarskip í hesari tingsetuni
Jacob Vestergaard fær handað tekningarnar til nýtt havrannsóknarskip.
 
29.05.2014 - 11:44

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Jacob Vestergaard legði fyrr í ár eitt uppskot um nýtt havrannsóknarskip fyri Løgtingið, har ætlanin var at havrannsóknarskipið skuldi verða privat fíggjað. Men hetta uppskotið kom ikki úr aftur Vinnunevndini í hesari tingsetuni. 

 

Sambært lógaruppskotinum skuldi landsstýrið langtíðarleiga havrannsóknarskipið frá einum privatum reiðaríi, sum vildi byggja eitt skip til endamálið. Sambært Jacob Vestergaard var hetta ein neyðloysn, tí samgongan ikki megnaði at finna pengarnar á fíggjarlógini, soleiðis at tað almenna sjálvt kann byggja eitt tílíkt skip.

 

Uppskotið hjá Jacob Vestergaard var snøgt sagt ov illa frágingið, segði Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, við heimasíðuna in.fo herfyri.

 

Løgtingið hevði í gjár sínasta dag í hesi tingsetuni og er nú farið í summarfrí. Tískil fall lógaruppskotið hjá Jacob Vestergaard um privat fíggjaða havrannsóknarskip burtur. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928