Bjørn á Heygum: Trúvirðið stendur upp á spæl

Bjørn á Heygum: Trúvirðið stendur upp á spæl
Upplýsingarnar í tollmálinum hjá Jørgeni Niclasen mugu takast í álvara, sigur Bjørn á Heygum
 
02.06.2014 - 10:58

- Upplýsingarnar í tollmálinum eru vorðnar so tyngjandi, ikki bara fyri Jørgen Niclasen, men fyri alla skipanina, at sjálvt trúvirðið hjá løgmanni og øllum hansara samgongufeløgum stendur up á spæl.

Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var við til at gera stýrisskipanarlógina. Hann skrivar grein um tollmálið á heimasíðuni in.fo.

Mugu takast í álvara

Bjørn á Heygum sigur, at tað er ikki ein spurningur, hvat løgmaður heldur, og ei heldur ein spurningur um, hvat samgongan meinar og heldur er opportunt av taktiskum, politiskum orsøkum, og sjálvsagt skulu leysasøgur og sleyg ikki avgera, um ein persónur kann sita í einum almennum starvi. Men eru upplýsingarnar so væl undirbygdar við skjølum og vitnisfrágreiðingum, sum í hesum føri, so mugu tær takast í álvara, sigur Bjørn á Heygum.

Ikki vístar aftur

Hann vísir á, upplýsingarnar eru ikki vístar aftur, og tað er heldur ikki kravt, at tær skulu gerast til einkis við einum sakarmáli um ærumeiðing.

- Vandi er fyri, at tann parturin í politisku skipanini, sum framhaldandi styðjar Jørgen, eisini verður identificeraður, ikki bara við sjalvan landsstýrismannin, men eisini við tað, sum hann stendur fyri, og hevur gjørt - og tá vendist ikki aftur, skrivar Bjørn á Heygum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025