Politiskur lagnudagur hjá Lars Løkke

Politiskur lagnudagur hjá Lars Løkke
Leiðslan í Vinstra hevur fund í Odense seinnapartin. Fleiri veljarafeløg og tingmenn taka stuðulin til Løkke aftur
 
03.06.2014 - 11:46

Í dag verður avgjørt, um Lars Løkke Rasmussen heldur fram sum formaður í Vinstraflokkinum.

Klokkan hálvgum fimm fer aðalstjórnin í Vinstra at hava fund í Odense. Lars Løkke Rasmussen framskundaði sjálvur fundin í leiðsluni, tá hann helt røðu á Christiansborg eftir valið til ES-tingið sunnudagin 25. mai. Vinstri misti ein sess, og í røðuni átók Lars Løkke Rasmussen sær alla ábyrgd av vánaliga valúrslitinum, í kjalarvørrinum av málinum um klæðir og ferðir, sum Vinstriflokkurin hevur goldið fyri formannin.  

Missir stuðul

Síðani hava eitt veljarafelag fyri og annað eftir boðað frá, at tey styðja ikki longur Lars Løkke Rasmussen sum formann, og tey mæla til, at næstformaðurin, Kristian Jensen, tekur við.

Hildið verður kortini, at meiriluti av veljarafeløgunum framvegis styðjar Lars Løkke Rasmussen.

Tingmenn vilja hava annan formann

Meiriluti av tingmanningini styðjar eisini Lars Løkke Rasmussen, men tríggir framsøgumenn og tríggir í tingbólkinum hjá Vinstra hava boðað frá, at teir vilja hava annan formann. 47 fólk eru í tingbólkinum hjá Vinstra.

Kristian Jensen, næstformaður, hevur fleiri ferðir sagt, at hann styðjar Lars Løkke Rasmussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744