Meta av Fløtum økisleiðari í Suðurstreymi

Meta av Fløtum økisleiðari í Suðurstreymi
Hon verður verandi í leiðsluni á Lágargarði, og byrjar í nýggja starvinum 1. juli
 
12.06.2014 - 08:10

Meta av Fløtum er sett sum økisleiðari fyri heimarøktina í Suðurstreymi. Talan er um fyribilsstarv, skrivar in.fo.

Meta av Fløtum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur eisini leiðsluútbúgving. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari innan eldraøkið, og hevur verið leiðari á Lágargarði seinastu sjey árini.

Frammanundan var Meta av Fløtum varaleiðari fyri Suðurstreymoyarøkið í fýra ár, og síðan økisleiðari í eitt ár.

Meta av Fløtum verður verandi í leiðsluni á Lágargarði, og byrjar í nýggja starvinum 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329