Blái Krossur savnaði 550.000 kr

Blái Krossur savnaði 550.000 kr
Innsavningin var 10. mai, og 350 fólk gingu við bússu hús úr húsi
Nýggja viðgerðarheimið hjá Bláa Krossi á Nesi verður eftir ætlan liðugt í summar
Mynd: Blái Krossur  
 
13.06.2014 - 09:44

Landsinnsavningin hjá Bláa Krossi í ár gav 549.919 krónur. Hetta er næstbesta úrslit í sambandi við innsavning, skrivar Blái Krossur í tíðindaskrivi.

Innkomni peningurin fer til byggingina av nýggja viðgerðarheiminum á Nesi í Eysturoy og til verkætlanina "Øll hava rættin til góð barnaár".

Innsavningin var 10. mai, og umleið 350 fólk gingu við bússu hús úr húsi at biðja um peningagávu til hjálpararbeiði hjá Bláa Krossi.

Blái Krossur tekur framvegis móti peningagávu, skrivar felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442