Ikki fleiri loyvi at fiska makrel og sild

Ikki fleiri loyvi at fiska makrel og sild
Makrelurin er komin í føroyskan sjógv, og okkurt reiðarí hevur heitt á Fiskimálaráðið um at sleppa at fiska.
 
13.06.2014 - 12:07

Tað er ikki ætlanin at geva fleiri loyvi at fiska makrel og norðhavssild í ár.

Ætlanin er ikki, at fleiri aktørar skulu sleppa framat, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum tekur til.  Men, leggur hann so afturat, kunngerðin um fiskiskapin í ár er ikki liðug enn.  

Nú Føroyar og ES eru vorðin samd um norðhavssildina í 2014, verður síðsta hond løgd á kunngerðina um, hvussu makrelur og sild verða býtt millum skipabólkarnar í 2014.

Liðug í næstu viku

Kunngerðin verður væntandi liðug fyrst í næstu viku, og tá fer hon til Fiskivinnuráðið til ummælis, sigur Jacob Vestergaard. 

Kunngerðin verður ikki lýst, fyrr enn ummælið er komið frá Fiskivinnuráðnum. 

Makrelurin er komin í føroyskan sjógv, og okkurt reiðarí hevur heitt á Fiskimálaráðið um at sleppa at fiska. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952