Verkfal hjá Icelandair rakar 12.000 ferðafólk

Verkfal hjá Icelandair rakar 12.000 ferðafólk
Flogmekanikarar hjá íslendska flogfelagnum eru farnir í verkfall í 24 tímar
Mynd: RÚV  
 
16.06.2014 - 08:39

Klokkan seks í morgun fóru flogmekanikararnir hjá íslendska flogfelagnum, Icelandair, í  verkfall í eitt samdøgur.

Flogmekanikararnir boðaðu frá 24 tímar verkfalli, eftir at stígur kom í samráðingarnar um nýggja felagsavtalu fyri flogmekanikkarar hjá Icelandair. Tað skrivar checkin.dk.

Rakar allar leiðir

Verkfallið rakar allar flogleiðir hjá felagnum. 65 fráferðir eru avlýstar, og íslensku ferðavinnumyndugleikarnir siga, at eini 12.000 ferðafólk verða rakt av verkfallinum.

Icelandair sigur, at ferðafólk kunnu annaðhvør fáa pengin aftur, sum tey hava goldið fyri ferðaseðilin. Tey kunnu eisini broyta fráferðina, ella fara við øðrum flogfelagi uttan eykakostnað, skrivar Ruv.is.

Hava flogmekanikarar og Icelandair ikki skrivað undir nýggja avtalu í seinasta lagi hósmorgunin klokkan seks, byrjar nýtt verkfall, sum er í óasetta tíð - við øðrum orðum: til tað eydnast pørtunum at semjast um nýggjan sáttmála.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659