ES onga formliga fráboðan um svartkjaftabýtið

ES onga formliga fráboðan um svartkjaftabýtið
ES skal hava gjørt vart við, at tað góðtekur ikki býtið, sum hevur verið í gildi síðani 2006
Andras Kristiansen er føroyskur samráðingarleiðari viðvíkjandi svartkjaftinum
 
23.06.2014 - 09:56

Eingi formlig boð eru komin frá ES um, at ES ikki longur góðtekur svartkjaftabýtið, sum strandarlondini samdust um fyri átta árum síðani.

Føroyar hava formansskapin, tá strandarlondini fara at samráðast um norðhavssild og svartkjaft í heyst.

Einki frætt

Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, sum er samráðingarleiðari hjá Føroyum viðvíkjandi svartkjaftinum, hevur ikki frætt nakað um, at ES ikki longur góðtekur verandi býtið. Sambært avtaluni, sum kom í gildi í 2006, skulu londini siga frá fyri 1.juli, um tey vilja hava samráðingar um nýggjan býtislykil.

Tá Føroyar og ES tingaðust um føroysku norðhavssildarkvotuna og ES handilsforðingarnar, skal ES hava gjørt vart við, at ES ikki longur góðtekur svartkjaftabýtið, sum kom í 2006. Men hesi tíðindi eru ikki váttað alment.  

Føroyar 26,1 prosent

Sambært avtaluni frá 2006 er ein partur av heildarkvotuni settur av til NEAFC, sum Russland og Grønland so fáa. Av tí, sum strandarlondini hava at býta millum sín, fáa Føroyar 26,1 prosent, ES 30,5 prosent, Noreg 25,7 prosent og Ísland 17,6 prosent.

Men nú vil ES, sum skilst, hava meira í sín part.  Samráðingarnar um svartkjaftabýtið í 2015 byrja í oktober.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241