- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúni Joensen: Løgmaður gjørdi avtaluna við CIP

"De facto gjørdi løgmaður endurgjaldsavtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners".
Tað segði Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, við Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóra, í Føroya Rætti í morgun.
Løgmaður hevur annars sagt fyri løgtinginum, at hann ikki kundi droymt um at gjørt eina slíka avtalu, men tá fyrrverandi aðalstjórin í morgun varð spurdur um nógv umrøddu endurgjaldsavtaluna til CIP, svaraði hann, at :
"Løgmaður gjørdi endurgjaldsavtaluna og førdi samráðingarnar. Formliga skrivaði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, undir, men de facto gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hana".
Spurningarnir hjá kanningarstjóranum halda fram í dag, og klokkan 13 stendur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum fyri tørni.
Hoyr Jan Lamhauge í útvarpstíðindunum
Mynd: Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum
Sí eisini











