Bárður Nielsen: Má fáa avleiðingar

Bárður Nielsen: Má fáa avleiðingar
Tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum sigur, at tað ber ikki til, at løgmaður sigur ósatt fyri tinginum
 
25.06.2014 - 15:32

- Tað ber ikki til, at ein løgmaður sigur ósatt fyri løgtingum og Føroya fólki, sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, við tíðindaportalin in.fo.

Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, segði fyri kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft-Hansen, fyrrapartin, at løgmaður samráddist um endurgjaldsavtaluna til CIP, men formliga skrivaði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, undir avtaluna.

- Eg kann bara staðfesta, at tað er ongantíð í lagi at siga ósatt, og serstakliga ikki, um talan er um eitt landsstýrisumboð, verður Bárður Nielsen endurgivin fyri at siga á in.fo.

Bárður Nielsen sigur, at hann vil síggja, hvat niðurstøðan hjá kanningarstjóranum verður, men er tað rætt, sum Rúni Joensen hevur sagt fyri kanningarstjóranum, eigur tað at fáa avleiðingar fyri løgmann og formannin í Sambandsflokkinum, endurgevur in.fo Bárð Nielsen fyri at siga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985