Nú kom kunngerðin um makrel og sild

Nú kom kunngerðin um makrel og sild
Fiskivinnuráðið fer at viðgera uppskotið týsdagin
Nú fer makrelurin skjótt aftur at rulla gjøgnum uppsjóvarvirkini í Føroyum
 
26.06.2014 - 13:10

Fiskivinnuráðið hevur nú fingið uppskotið um kunngerðina norðhavssild og makrel fyri 2014 til ummælis.

Fiskivinnuráðið fer at viðgera kunngerðina hjá Fiskimálaráðnum týsdagin.  

Føroyska heildarkvotan av makreli í ár er 156.240 tons og sildakvotan er 40.000 tons.

Nótaskipini fáa 70.000 tons av makreli og knappliga 21.000 tons av sildini.

Nótaskipini fáa eginkvotur.

Hitt verður býtt millum aðrar skipabólkar, sum fáa felagskvotur.

Føroysk skip kunnu fiska 46.850 tons av makreli í ES sjógvi og 54.684 tons í norskum sjógvi. 

Nótaskipini kunnu fiska knappliga 56.000 av sínum 70.000 tonsum í ES sjógvi og norskum sjógvi.

Uppskotið um kunngerðina kann lesast her:

Kunngerð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162