- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvívík noyðist at gjalda 800 tús. fyri eldraøkið

At eldraøkið verður yviritikið kann gerast ein vanlukka fyri Kvívíkar kommunu, tí útrokningar vísa, at kommunan skal rinda millum 600.000 og 800.000 kr. meira til eldraøkið um árið.
Og tað fer at raka aðrar tænastur í kommununi, sigur borgarstjórin.
Dánjal Petur Muller, borgarstjóri, vísir á, at afturberingin, sum kommunurnar fáa, eigur at verða javnari enn talan er um í tí uppskotinum, sum nú liggur á borðinum
Samráðingarnar um samstarv millum kommunurnar hava annars gingið so mikið væl, at tær helst eisini fara at samstarva um barnaverd og annað , sigur Dánjal Petur Muller.
Heimatænastan í samstarvsøkinum V.E.K.S hevur trý heim at ráða yvir. Ellis- og Røktarheimið "Mørkina" í Streymnesi við 32 búplássum, Heimið á Grønanesi í Vestmanna við 24 búplássum og sambýlið "Korndalsbýlið" á Eiði, sum hevur 15 búpláss.
Mynd: Dánjal Petur Muller er borgarstjóri í Kvívíkar kommunu
Sí eisini












