Julian Assange kann verða latin leysur

Julian Assange kann verða latin leysur
Málið kemur fyri í svenska býarrættinum um 12 dagar
 
04.07.2014 - 10:35

Julian Assange, sum stovnaði Wikileaks, sleppur nú kanska av sendistovuni hjá Equador í London, har hann hevur verið í tvey ár.

Svenski býarrætturin skal um 12 dagar viðgera avgerðina um at handtaka Assange av nýggjum, og broytir rætturin avgerðina, kann Assange fara av sendistovuni.

Ákærdur fyri neyðtøku

Julian Assange er ákærdur fyri eina neyðtøku, sum hann skal hava framt í Svøríki í 2010. Tá ákæran varð reist, varð Assange staddur í London, har hann vendi sær til politiið. Men tá ein enskur dómstólur í 2012 gjørdi úrskurð um at útflýggja Assange til Svøríkis, leitaði hann sær friðskjól á sendistovuni hjá Equador, og har hevur hann verið síðani.

Málið viðgerast av nýggjum

Nú sakførararnir hjá Julian Assange hava latið rættinum nýggjar uppýsingar og krevja handtøkuboðini strikað, fer svenski býarrætturin at viðgera málið av nýggjum um 12 dagar.

Prógvini móti Julian Assange skulu vigast av nýggjum, og sakførari hansara, Per E. Samuelsen, sigur við Expressen, at hann hevur "góðar vónir" um viðgerðina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069