- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vónin selur fyri 340 mió. kr. um árið

Tað ber væl til at búgva í Føroyum og arbeiða í øðrum londum. Men tað krevur, at bæði loftvegis og sjóvegis ferðasambandið er gott.

Tað segði Hjalmar Petersen, stjóri á trolvirkinum Vónini, tá hann á landsfundinum hjá Framsókn leygardagin skuldi geva sítt boð uppá, hvussu tað er hjá einum føroyskum vikri at virka uttanlands.

Vónin hevur virksemi í fimm londum - umframt í Føroyum, eisini í kanada, Grønlandi, Danmark og í Noreg.

Fyritøkan selur fyri 340 milliónir kr. um árið, av teimum eru millum 80 og 90 milliónir kr. í Føroyum.

200 fólk starvast hjá Vónini, av teimum eru 70 í Føroyum.

Felagið rindar 67 milliónir kr. í lønum um árið, og 25 av teimum fara til føroysku arbeiðsfólkini.

Hjalmar Petersen vísti á, at skulu fólk koma heimaftur, so er neyðugt, at tey hava okkurt at koma til. M.a. helt hann ikki, at nóg mikið av avbjóðingum eru til tey ungu.

Tí er neyðugt at politikararnir seta sær mál, sum røkka nógv longri enn eitt valskeið, segði Hjalmar Petersen.