Tórmóður Stórá: Eg eri ørkymlaður

Tórmóður Stórá: Eg eri ørkymlaður
Tórmóður Stórá hevur tikið umsókn sína aftur og ivast í, um hann skal søkja leiðarastarvið
Tórmóður Stórá er ørkymlaður, nú starvið, hann hevur røkt í átta ár, er lýst leyst av nýggjum, tí hann var einasti umsøkjari
 
10.07.2014 - 10:10

Tórmóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, er ørkymlaður, nú starvið, hann er í, er lýst leyst av nýggjum.

Hann var einasti umsøkjari til starvið, sum varð lýst leyst í vár.

Men hann fekk ikki starvið. Í staðín fyri fekk hann at vita frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum at siðvenjan er, at tá bara ein umsøkjari er til leiðarastørv, verða tey lýst leys av nýggjum.

Tórmóður Stórá sigur seg einki hava vitað um hesa siðvenjuna fyrr enn nú.  

Tók umsóknina aftur

Hann fekk at vita, at umsókn hansara kundi standa við, men hann avgjørdi at taka hana aftur.

Nú skal hann hugsa um støðuna, áðrenn hann avger, um hann skal søkja aftur ella ikki.

Tórmóður Stórá hevur verið leiðari á Psykiatriska deplinum síðani 1.februar í 2006. Hann var áramálssettur til 1.juni í ár, men játtaði at vera til 1.september.

Er ørkymlaður

Tórmóður Stórá sigur, at hann er ørkymlaður, sum støðan er. Kann tað hugsast, at leiðslan vil hava ein annan profil í leiðarastarvið, er ein spurningur, hann hevur sett sær sjálvum.

Starvið sum leiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum varð lýst leyst av nýggjum mikudagin í síðstu viku.

Tórmóður Stórá var tann einasti, sum søkti, tá starvið varð lýst leyst fyrru ferð. Tað var 9.mai, og freistin at søkja var til 16.juni.  

Prinsipp

Á Landssjúkrahúsinum siga tey, at tað er eitt prinsipp hjá teimum at lýsa leys leiðarastørv av nýggjum, tá bara ein umsøkjari er. 

Starvið sum leiðandi yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska deplinum er tí einki undantak. 

Er bara einans umsøkjari, verður starvið lýst leyst av nýggjum, tí møguliga sá onkur, sum kundi hugsað sær at søkt starvið, ikki lýsingina fyrru ferð.

Freistin at søkja leiðarastarvið á Psykiatriska deplinum er nú til 1.september.

Tann, sum fær starvið, skal taka við 16.september, og hevur starvið sum leiðari hjá teimum 120 starvsfólkunum á Psykiatriska deplinum í seks ár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025